Italski landsliðsvenjarin Marcello Lippi er ikki kendur fyri at rósa ávísum spælarum hjá sær alment, men nú hevur hann gjørt eitt undantak við verjuspælaranum Fabio Cannavaro.
- Cannavaro hevur verið ótrúligur undir HM. Tað kann eingin ivi verða um, at hann er besti verjuspælarin í heiminum, sigur Lippi.
Hann segði eisini, at hansara álit á verjuna og málmannin er so stórt, at hann saktans kann spæla við fýra álopsspælarum í HM-finaluni sunnudagin.
- Verjan hjá okkum er rættiliga góð, og eingin ger nakað við málmannin hjá okkum, segði Lippi.