Cand. cos?

Á Snyrtiskóla Íslands hava føroyskar gentur og dreingir møguleika at læra til fríðkanarserfrøðing uppá 10 mánaðar. Skúlin er býttur upp í tríggjar lestrarhálvur, og 40 næmingar verða tiknir inn á skúlan um árið

Útbúgving

Um tú ert skúlatroytt ella troyttur hevur tú møguleika at velja eina heldur øðrvísi útbúgving á Snyrtiskóla Íslands. Her er talan um eina fríðkanarserfrøðisliga útbúgving, ella at læra til kosmetilog, sum tað eisini verður kallað.
Skúlin varð stovnaður fyri nærum trimum árum síðani, og hvørt árið verða 40 næmingar tiknir inn. Útbúgvingin er býtt upp í tríggjar lestrarhálvur. Fyrstu lestrarhálvuna verður undirvíst í andlitsviðgerð, aðru verður undirvíst í kropsviðgerð og triðja lestrarhálvan verður nýtt at kunna næmingarnar um hárfjerning.
? Vit hava altíð ein ella tveir flokkar, alt eftir, hvussu nógv teknað seg til skúlan, sigur Hanna Krístin Didriksen, sum er rektari á skúlanum.
? Hesa lestrarhálvuna hava vit 28 gentur, men vit vilja eisini meir enn fegin fáa dreingir at vera við. Hvørt árið taka vit fimm til sjey føroyskar næmingar.

Skúlaheim

Til skúlan er eitt skúlaheim. Av tí at skúlin er ein privatskúli, so kostar hann 118.000 krónur. Møguleiki er at búgva á skúlaheiminum, sum er nýmótans innrættað, við nýggjum kømrum, stovu, køki, wc/bað og vaskirúmi. Skúlaheimið kostar 3500 krónur um mánaðan, men tá er ikki matur við í prísinum.
? Einastu krøvini vit seta er, at genturnar eru 18 ár ella eldri. Tær skulu verða lidnar við fólkaskúlan, men teimum nýtist onga hægri útbúgving, greiðir Hanna Krístin frá. ? Í hesi lestrarhálvuni hava vit gentur, sum eru 18 ? 56 ár.
Skúlin er hvønn gerandisdag frá klokkan 9 ? 16.40, og eisini leygardagar frá klokkan 9 ? 12.30. Áðrenn døgurða verður undirvíst í tí bókliga, men næmingarnir fáa praktiska undirvísing aftaná døgurða.
Hanna Krístin Didriksen vil fáa skúlan eitt sindur fram í ljósið, tí hon heldur tað er uppá tíðina, ein fríðkanarstova letur upp í Føroyum. Tí vilja tær fegnar fáa føroyskar gentur til Íslands, soleiðis, at gerast kann klárt fyri eini tílíkari vinnu eisini í Føroyum.
Um nakar hevur hug at fáa meira at vita um skúlan, ber til at leita sær inn á heimasíðuna hjá skúlanum, sum liggur undir www.snyrting.is. Eisini ber til at ringja á telefon 00354 5618776. Tosað verður føroyskt uttan trupulleikar.