Cancellera vann prologin

Fabian Cancellera var átta sekund undan næsta súkklaranum, tá stóri súkklukappingin kring Sveis byrjaði í gjár. Átta sekund ljóðar ikki av nógv, men á einum einkultstarti yvir fýra kilometrar er talan um heilt stóran mun. Cancellera hevði undan kappingini boðað frá, at hann ætlar sær at vinna báðar einkultstartirnar, og nú hevur hann hálvgum rokkið hesum málinum.