Fótbóltur
Seinastu mongu árini hevur tað annars verið Canal Digital, sum hevur átt rættindini til Premier League, sum hevur ment seg til at vera kanska dýrasta deildin yvirhøvur at keypa rættindi til.
- Vit eru fegin og errin um, at Medge Consulting hevur keypt tað, sum helst eru mest týðandi fótbóltsrættindini í heiminum í dag. Norðurlond hava tætt tilknýti til enskan fótbólt, og vit ætla at halda fast um tann áhuga, sum hetta hevur skapt, sigur Peter Liljestrand, sum er annar av eigarunum av Medge Consulting.
Í tíðindaskrivi frá the Barclay Premier League sigur Richard Scudamore, at tey eru fegin um nýggja samstarvsfelagan, og at tey ikki ivast í, at hetta fer at geva Premier League ein enn betri miðlapall í Norðurlondum.
Rættindini fevna um allar beinleiðis dystir, sum eru 380 um árið, endursendan av dystum, hæddarpunkt og rættindini til tíðindi á fartelefon og alnetinum.
Medge Consulting hevur ikki sjálvt nakra sjónvarpsstøð, men er ætlanin at selja rættindini til norðurlendskar støðir. Í Noreg hevur TV2 keypt rættindini at senda, og í løtuni eru samráðingar við fleiri støðir um rættindini at senda í Danmark. Finnlandi og Svøríki.
Á Canal+ siga tey, at tey í løtuni als ikki kunnu gera viðmerkingar til, um ella hvørjar avleiðingar hetta fær fyri rásina.