Tað sæst av álvara í Klaksvík, at enn ein útgáva av Summar Festivalinum stendur fyri framman.
Praktisku fyrireikingarnar til festivalin eru av álvara í gongd. Nógv er, sum skal setast upp, og hópur av fólki eru til arbeiðis, nú tjøld og pallar skulu riggast til.
Fyrstu gestirnir fara eisini so smátt at síggjast, og á miðdegi í dag sleppa campingvognar inn á økið. Mikukvøldið sleppa tjaldarar inn á økið, og hóskvøldið byrjar so 10. útgávan av Summar Festivalinum.