Magnus Gunnarsson
Ein fyribils arbeiðsbólkur við Jákup S.Joensen og Heini á Borg, hevur sent eitt skriv til Fíggjarmálastýrið, har teir vísa á, at um innflutningsgjaldið uppá uppá campingvognar, ið er 45 prosent av avgjaldsskylduga virðinum bleiv tikið av, hevði tað havt við sær at fleiri høvdu ogna sær campingvognar við føroyskum nummarplátum, og lanskassin hevði fingið fleiri inntøkur í MVG.
Bert campingvognar
Í løgtingslóg nr.175 frá 18.desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m., verður ásett stødd á avgjaldum fyri ymisk sløg av akførum. Sambært §12 í somu lóg, er avgjaldið fyri campingvognar 45 prosent av avgjaldsskylduga virðinum, meðan tað sambært §13 og 14, einki avgjald er á øðrum viðfestisvognum.
Skrásettir uttanlands
Arbeiðsbólkurin vísir á at fyri tey sum dáma campinglívið, og hendan hátt at ferðast uppá, er avleiðingin tann at føroyingar sum eiga campingvogn, mugu hava teir standandi uttanlanda, av tí at avgjaldið er so stórt. Hetta hevur so eisini við sær at teir ikki hava møguleika at uppliva sítt egna land við campingvogni. Í Danmark verður onki avgjald kravt fyri kampingvognar, bert meirvirðisgjald, og arbeiðsbólkurin vísur á at sami kampingvognur sum í Danmark kostar 125.000 kr., kostar 195.000 kr. í Føroyum. Tað vil siga, 70.750 kr. meira enn í Danmark.
Fleiri campingpláss
Eisini vísa teir á at av tí at føroysk campingpláss ikki eru skrásett í ferðahandbókum uttanlanda, hevur tað við sær at Føroyar ikki koma upá tal, tá summarfrítíðin verður løgd til rættis. Tískil koma alt ov fá ferðandi við campingvogni ella campingbili til Føroya at ferðast. Tey sum koma higar, eru ávegis til Íslands ella Noregs, og steðga bert á her millum túrarnar hjá "Norrønu". Campingplássið Yviri við Strond, er tað einasta sum kann lúka minstu krøvini, fyri at verða skrásett, og uttanfyri Havnina er onki campingpláss at bjóða teimum ferðandi.
Stovna felag
Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum, er at vit í Føroyum eru týðuliga afturúrsigld innan hesa frítíðargrein, og eingin endurnýgging av campingvognum er farin fram tey seinastu 10-15 árini. Við at strika avgjaldið, hevði Landskassin fingið meira inntøkur í MVG, og tey sum høvdu gamlar og nærum óbrúkiligar campingvognar, kundu skift teir út. Eisini høvdu eigarnir av teimum mongu campingvognunum sum standa uttanlanda, uttan iva flutt teir heim, ella ogna sær nýggjar kampingvognar við føroyskum nummarplátum.
Tey sum eiga kampingvognar hava ætlanir um at stovna eitt felag, sum eitt nú kundi arbeitt fyri at fingið nýtilig campingpláss ymsa staðni í Føroyum. Treytin er tó at innflutningsgjaldið verður tikið av, siga Jákup S.Joensen og Heini á Borg.