Campingárið byrjaði á páskum

Í seinastu viku stóðu hesir 5 spildurnýggju campingvognarnir á bryggjuni í Havn.

Birgir Waag Høgnesen
birgir@sosialurin.fo

Tað er Pf Stubbin í Vestmanna, sum flytir teir inn. Kári Hansen stjóri í Stubbanum sigur, at føroyingar seinastu árini hava rættuliga tikið "camping" lívið til sín.

Hóast vit seinastu árini hava selt rættiliga nógvar vognar, so eru framvegis nógvir føroyingar, sum síggja hetta sum ein spennandi vælmøguleika, at ferðast í egnum landi í campingvogni.

Kári sigur: at í byrjanini mettu fólk, at um man hevði ein campingvogn, so "mátti" man av landinum fyri at fáa rætta nyttu av vogninum. Henda áskoðanin er nú fulkomiliga broytt, fólk hava funnið útav at tað eru sera góðir møguleikar í Føroyum eisini.

Eisini er at gleðast um at bygdarráð runt um landið gera íløgur í campingpláss. Hesi koma bæði at gagna okkara egnu campistum, umframt at gera nógv betri møguleikar fyri tey útlendsku ferðafólkini.

Kári sigur, at hann var ein túr í Vágum um Páskirnar, og tá kundi hann
staðfesta, hóast tey vánaligu veðurlíkindini, at útvið fjøruti vognar stóðu á flúgvarabedngini. So eingin ivi er um,at vit fara at síggja alt fleiri og fleiri vognar standa kring landið.