Økið til húsvognarnar, sum koma á Summar Festivalin, er nú opið.
Aftur í ár verður rættilig innrás av húsvognum í Klaksvík, tá ið Summar Festivalurinin verður hildin. Sløk 160 pláss eru til húsvognar á útfyllingini á Sandinum, og øll plássini eru umbiðin. Í løtuni verður arbeitt við at útvega fleiri pláss, so at teir seinastu húsvognarnir, sum eru í landinum, eisini kunnu koma á festivalin.
Økið til húsvognarnar er latið upp, og fyrstu húsvognarnir eru longu komnir. Fólk, sum hava bílagt pláss, skulu fara á Norðoya Kunningarstovu við kvitteringini fyri gjaldið, og síðani fáa tey eitt serliga frámerki, sum tey skulu hava við sær inn á campingøkið.
Øll fáa eitt avmerkt øki til húsvognin, og fólk kunnu eisini hava bilarnar standandi inn á økinum, um tey vilja tað. Tað er ikki loyvt at seta bilin uttanfyri avmerkta økið, tí allar vegir til og frá økinum skulu verða fríir.
?