Enska The Sun skrivar í dag, at Manchester United helst fer at skriva sáttmála við 35 ára gamla Sol Campbell. Campbell, sum hevur eina fortíð í Tottenham, Arsenal og Portsmouth, skrivaði í summar undir sáttmála við Notts County, men fáar vikur seinni segði spælarin sjálvur sáttmálan upp.
Nú er semja gjørd við felagið, soleiðis at Campbell er leysur maður, og tað skal hava fingið Alex Ferguson at venda sær til roynda verjuspælaran, nú ensku meistararnir hava stórar trupulleikar í verjupartinum.
Har hava skaðar nevnliga við sær, at hvørki Rio Ferdinand, Nemanja Vidic, Wes Brosn, Gary Neville, Honny Evans ella John O?Shea eru tøkir.
Sol Campbell varð í fleiri ár mettur sum ein tann besti verjuspælarin í Onglandi. Men glæsiligur avrikini á vøllinum hava mangan verið órógvaðar av sálarligu støðuni hjá spælaranum, sum hevur havt sínar depressiónir at dragast við.