Camoranesi vil ikki í Seriu B

Fyrstu stjørnurnar eru longu farnar úr Juventus, sum komandi kappingarárið skal byrja í italsku Seriu B, og roknað verður við, at fleiri av teimum, sum enn eru eftir, eisini vilja leita nýggjar leiðir. Ein teirra er Mauro Camoranesi, sum nú setir seg ímóti venjaranum hjá felagnum, Didier Deschamps. Deschamps hevur annars sagt, at eingin spælari afturat verður seldur, men hetta leggur Camoranesi líka í.  Vit burdu ikki spælt móti liðum sum Albinoloffe, og sjálvur havi eg ongar ætlanir um hetta, sigur hann.