Tað er eingin loyna, at Camilla, hertugafrúa av Cornwall, er fjeppari av donsku krimisendingini Forbrydelsen, og harvið eisini av troyggjunum hjá Guðrun&Guðrun.
Í hesum døgum eru Camilla, hertugafrúa av Cornwall, og maður hennara Prins Charles av Wales á vitjan í Danmark. Og hertugafrúan nýtti høvið at vitja á staðnum, har hennara yndis sending verður upptikin. Hon var í dag saman við Krúnprinsessu Mary á vitjan har, sum Forbrydelsen nú upptekur enn eina røð av sendingini.
Eftir at tær báðar høvdu verið har í ein lítlan tíma fingu tær eina gávu frá framleiðaranum Piv Bernt.
Her fekk Camilla av Cornwall eina Guðrun&Guðrun troyggju, meðan Krúnprinsessan fekk ein starvsfólkajakka.
Kelda. bt.dk