Cameron verjir seg í Parlamentinum

Bretska parlamentið er farið undir orðaskiftið um fjølmiðlagøluna, og David Cameron, forsætisráðharri, fær úr at gera við at svara spurningunum, sum andstøðan hevur sett honum. Eitt nú skal hann greiða frá, hví hann setti Andy Coulson í starv sum sín talsmann, hóast tvey starvsfólk á blaðnum News of the World vórðu tikin og sett í fongsul fyri ólógliga telefonlurting, meðan Coulson var blaðstjóri á blaðnum.

Ein nýggj meiningakanning vísir, at 53 prosent av bretsku veljarunum eru misnøgd við Cameron sum forsætisráðharra, og at 63 prosent eru misnøgd við stjórnina sum heild. Harafturat halda tey flestu, at Cameron hevur dugað illa at handfara gøluna um ta ólógligu telefonlurtingina.