Bretski forsætisráðharrinm, David Cameron, ávaraði í dag Ísrael ímóti at søkja at málum í Iran. Eftir hansara tykki er tað framvegis møguligt at trýsta Iran til at sleppa sínum kjarnorkuætlanum.
-Okkara uppfatan er, at tað er skeivt at brúka hermegi ímóti Iran. Tað hava vit sagt Ísrael alment og í samrøðum við einstakar ísraelsmenn. Vit halda, at handilstiltøk og annað trýst fara at gera mun, tá saman um kemur, segði Cameron við eina nevnd hjá Parlamentinum í dag.
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, segði í Washington í gjár, at Ísrael kann ikki bíða leingi afturat eftir einari semju millum Vesturheimin og Iran.
Í dag frættist, at uttanríkisráðharrin hjá ES, Catherine Ashton, skal til Iran at tosa við iranska stýrið um kjarnorkumálið. Á ferðini umboðar hon USA, Russland, Kina, Bretland, Frakland og Týskland.