Cameron ætlar sær sjey ár afturat

Forsætisráðharrin í Bretlandi eitur David Cameron, og gongur tað, sum hann ætlar, so fer bretski forsætisráðharrin at eita so líka til 2020.

Cameron sigur við blaðið Telegraph í dag, at hann ætlar sær at sita í stjórnarleiðarastarvinum tey næstu sjey árini, tí tað er neyðugt, fyri at hann skal fremja allar tær nýskipanir, sum hann hevur sett sær fyri. Í hesum sama tíðarbilinum ætlar hann eisini, at bretar skulu endurskoða landsins limaskap í ES.

Parlamentsval verður aftur í Bretlandi í 2015, og David Cameron sigur, at hann ætlar sær at leiða flokkin til sigurs tá. Tað hevur ljóðað, at hann ætlar sær frá sum floksformaður, um flokkurin vinnur í 2015. Spurdur um hetta, svarar hann:

-Eg ætli mær at stríðast á næsta vali, at vinna tað og at útinna mítt arbeiði.