Cameron tilnevnt fyrstu ráðharrarnar

Stutt eftir at David Cameron var tilnevndur nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi, bleiv kunngjørt, at konservativi flokkurin fær eisini teir báðar næstu týdningarmiklu ráðharrarnar.

Tann 38 ára gamli George Osborne verður fíggjarmálaráðharri, og ikki óvæntað skal tann 49 ára gamli William Hague røåkja uttanríkismálini.

Samstundis varð kunngjørt, at formaðurin hjá liberaldemokratunum, Nick Clegg, verður varaforsætisráðharri. Flokkurin fær fýra ráðharrasessir afturat.

Politiskir eygleiðarar í London vænta, at øll stjórnin verður mannað seinni í dag, men teir siga, at tað eru framvegis nøkur ivamál, sum skulu beinast av vegnum, áðrenn tær seinastu útnevningarnar koma upp á pláss.