Cameron stóð seg best

Sambært teimum bretsku hyggjarunum stóð konservativi floksformaðurin, David Cameron, seg best í sjónvarpsdystinum í kvøld. Tvær kanningar, sum vórðu gjørdar aftan á sendingina, vístu, at David Cameron hevði staðið seg best.

Í einari kanning hjá blaðnum The Sun hildu 41 prosent, at Cameron hevði vunnið dystin. 32 prosent hildu liberaldemokratiska formannin, Nicl Clegg, hava staðið seg best, og 25 prosent svaraðu, at Labour-formaðurin Gordon Brown var tann besti.

Í einari aðrari kanning fingu teir tríggir ávikavist 35, 32 og 26 prosent.

Sjónvarpsdysturin í kvøld var tann seinasti undan valinum.