Cameron sinnaður at brúka hermegi

Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, segði í Parlamentinum í gjár, at hann er sinnaður at taka undir við einum flúgvibanni í loftrúminum hjá Libya. Cameron segði, at hann hevur givið bretsku herleiðsluni boð um at kanna, hvat er neyðugt fyri at forða Muammar Gaddafi at brúka sítt flogvápn ímóti mótmælisfólkinum.

Eitt flúgvibann merkir, at flogfør og tyrlur hjá Gaddafi-stýrinum kunnu skjótast niður.

Altjóða tíðindastovurnar skriva, at Bretland og USA hava umrøtt møguleikan fyri at seta í verk flúgvibann ímóti Libya, men at fleiri lond við Russlandi og Kina á odda eru ímóti einum banni.

The Guardian skrivaði mánadagin, at USA hevur sent herskip nærri libysku strondini, og sambært blaðnum hevur Gaddafi svarað við at flyta nakrar herdeildir ímóti tunesiska markinum.