Nú tað einans eru umleið seks vikur til bretska fólkaatkvøðuna, har bretar skulu avgera framtíðar støðuna hjá Bretlandi í ES, verður orðaskiftið millum Ja og Nei síðuna alsamt hvassari.
David Cameron, bretskur forsætisráðharri, vakti veruliga ans í dag, tá hann í einari røðu hugleiddi um hvør verður glaður, um Bretland meldar seg úr ES-samstarvinum.
- Tað er vert at spyrja spurningin. Hvør verður glaður um vit fara? Putin verður kanska glaður, og eg haldi, at al-Baghdadi kanska verður glaður, segði forsætisráðharrin.
al-Baghdadi, ella Abu Bakr al-Baghdadi, ið er hansara fulla navn, er kendur sum leiðarin fyri islamska yvirgangsfelagsskapin Islamski Staturin.
Forsætisráðharrin hevði eisini eitt boð um hvørji lond ynskja, at Bretland verður verandi í ES.
- Okkara vinir í Avstralia, Nýsæland, Amerika og um allan heim og um alt Evropa siga, at ”tað er tykkara val, bara tit avgera, men vit ynskja, at tit verða verandi, vit halda tað gagnar okkum og tykkum.”
Ikki óvæntað, so varð røðan hjá forsætisráðharranum ikki gott móttikin av partamanninum og talsmanninum fyri Nei-rørsluna, Boris Johnson.
- Ein kann siga, at tað er at taka rívan til at siga at fólk, ið grundgeva fyri frælsi í hesum landi og endurreisingini av demokratinum í hesum landi, eru sameind við Putin og Daesh (Daesh er eitt niðrandi heiti fyri IS), segði Boris Johnson á tíðindafundi og legði aftrat.
- Eg haldi veruliga, at tað er ov nógv av tí góða.










