Cameron á odda

Nógv bendir á, at teir konservativu í Bretlandi ætla at fáa sær ein ungan formann hesaferð.

Fyrradagin atkvøddu teir 198 konservativu limirnir í Undirhúsinum ímillum trý formansevni, og tá uppteljingin var liðug, hevði tann ungi Cameron Davis fingið 90 atkvøður, meðan mótvalevni hansara, David Davis og Liam Fox, høvdu fingið ávikavist 57 og 51 atkvøður.

Nú skulu Cameron og Davis so dystast um, hvør teirra skal taka við eftir Michael Howard, og tað skal avgerast við einari atkvøðugreiðslu ímillum teir umleið 300.000 limirnar í flokkinum. Úrslitið kemur ætlandi tann 6. desember.

Nógvir konservativir bretar síggja David Cameron sum eina konservativa útgávu av Tony Blair, og Cameron hevur eisini sagt, at hann ætlar sær at nútímansgera flokkin, verður hann formaður. Tað gjørdi Blair eisini, tá hann gjørdist formaður í Labour.