Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, hevði verið væl egnaður sum njósnari hjá russisku fregnartænastuni KGB. Tað segði russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, tá teir báðir hittust í dag. Hetta var tann fyrsti fundurin millum leiðararnar í teimum báðum londunum, síðani russiski njósnarin Alexander Litvinenko bleiv myrdur í London í 2006. Tá kom fram, at russar høvdu gjørt av við hann, og Vladimir Putin, sum tá var russiskur forseti, var fyri hvøssum atfinningum.
-Eg eri vísur í, at David hevði verið ein góður KGB-njósnari, men so hevði hann ongantíð blivið bretskur forsætisráðharri, svaraði Medvedev, tá ein blaðmaður spurdi, um Cameron hevði verið góður njósnari. Svarið frá russiska forsetanum hóvaði bæði bretskum og russiskum embætismonnum og blaðmonnum væl, skrivar BBC.
David Cameron hevur fyrr sagt, at russar royndu at fáa hann til njósnara. Í dag vildi hann ikki siga, hvussu góður njósnari hann kanska kundi verið.










