Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, gjørdi í dag greitt, at hansara aðalmál í komandi tíð verður at endurreisa moralin í "einum doyggjandi samfelag", sum hann orðførdi seg. Á einum tíðindafundi legði hann dent á, at hann fer ikki at sita hendur í favn og hyggja at, meðan samfelagið spakuliga gongur til grundar, soleiðis sum tað sambært honum er hent ígjøgnum tey seinastu ættarliðini.
Cameron boðaði frá, at myndugleikarnir fara í hernað ímóti brotsmannaliðunum og brotsmannamentanini, sum hann sambært BBC lýsti sum "eina stóra kriminella sjúku, sum hevur smittað gøtur og býarpartar um alt landið". Men skúlin og líkasæl foreldur, sum ikki eru før fyri at ala síni børn, fara eisini at standa fyri skotum, segði hann.
-Ófriðurin í seinastuni hevur víst ta ringastu síðuna av tí bretska fólkinum, segði David Cameron og legði dent á, at tørvur er á at manna løgregluna betur, enn gjørt er.










