Bretski forsætisráðharrin David Cameron var í dag í Brússel, har hann møtti til sín síðsta ES-fund á hesum sinni.
Evnið fyri fundin var avgerðin hjá bretska fólkini at taka Bretland úr ES, og fyri løtu síðani møtti David Cameron fjølmiðlunum eftir ein langan dag við samráðingum. Har legði hann dent á, at hóast úrslitið ikki hóvar honum, so angrar hann ikki, at hann lat fólkið siga sína hugsan.
- Fyri mær er hetta ein sorgardagur. Eg fór inn í valstríðið við høvd, hjarta og sál, men tapti stríðið, segði David Cameron, áðrenn hann legði aftrat.
- Eg angri einki. Eg eri demokratur og haldi, at bretska fólkið mátti fáa høvi at siga sína hugsan um málið. Úrslitið var ikki tað, ið eg ynskti, men eg virði fólksins val.
Ein av høvuðsspurningum, ið hevur verið kjakast um síðan fólkaatkvøðuna er spurningurin um grein 50 í Lissabon-sáttmálanum, ið staðfestir hvussu eitt land kann sleppa úr ES. Meðan fleiri ES-leiðarar ynskja, at Bretland tekur greinini í brúk alt fyri eitt, so eru flestu bretar, harímillum eisini David Cameron, varnir við at gera ov skjótt av.
- Tað eru bara ein ella tveir persónar, ið halda, at tilgongdin at skiljast skal byrja beinanvegin, segði David Cameron við fjølmiðlarnar, tá hann varð spurdur um §50.