-Meinar Gordon Brown tað, tá hann sigur, at hann ætlar sær at lurta eftir fólkinum, so eigur hann at skriva út parlamentsval alt fyri eitt, sigur tann konservatiuvi floksformaðurin, David Cameron, við blaðið Evening Standard.
Cameron sigur eisini, at eftir hansara tykki er tað skeivt av Gordon Brown at taka við sum forsætisráðharri eftir Tony Blair í morgin.
-Fólkið hevur ikki valt hann til forsætisráðharra, so hann hevur onga heimild til at taka við, sigur David Cameron, sum heldur ikki væntar, at Gordon Brown verður tann broytingin, sum bretum tørvar.










