Tað verður eftir øllum at døma Ibrahima Camara, sum loysir Jákup á Borg av í Gøtu mánadagi, nú tann seinni nevndi er leikbannaður.
Camara fekk annars leikbann í tríggjar dystir, tá B36 Kristi Himmalferðardag spældi 2-2 javnleik í Runavík. B36 gjørdi tó av at kæra úrskurðin, og í dag hevur felagið fingið boð um, at Kappingarnevndin hevur stytt leikbannið við einum degi.
Les eisini: Video: Longi leikbann til Camara
Í úrskurðinum skrivar Kappingarnevndin, at avgerðin er grundað á eina heildarmeting av málinum.
Camara hevur longu sitið uttan fyri tveir dystir - móti EB/Streymi og Víkingi - og tí er hann tøkur, tá B36 fyri aðru ferð í fimm dagar skal spæla móti Víkingi í Sarpugerði.










