Calix kosin besti spælarin

Hálvføroyski Calix Blak var valdur besti spælarin í norsku kurvabóltskappingini í farna mánaði

 

Kurvabóltur


Ungi Calix Blak gjørdi rættiliga vart við seg í norsku kurvabóltskappingini í januar mánaði.

Hann hevur leingi verið mettur sum mest lovandi kurvabóltsspælarin í Noregi, og í januar mánaði gjørdi hann bart. Hann spældi serstakliga væl og gjørdi nógv mál.

Hetta fekk hyggjarar hjá norsku sjónvarpsrásini TV2, sum hevur rættindini til kurvabóltin, at velja Calix til besta spælaran.

? Hetta er fyrsta ferðini, eg verið valdur besti spælari, og tað eri eg sera glaður fyri, sigur Calix Blak Ndiaye.


Venur nógv

Calix spælir við Ulriken Eagles, sum er úr Bergen og telist millum sterkastu feløgini í Noregi, og hann er millum stuðulsspælararnar á liðnum.

? Tað gekk sera væl í januar, eg gjørdi nógv mál, og tað hevur sjálvandi nógv at siga, sigur Calix.

Onkrir av týðandi spælarunum hjá Ulriken Eagles hava iki fingið spælt seinastu vikurnar, og tað hevur eisini lagt størri ábyrgd á unga spælaran. Hesa ábyrgd hevur Calix til fulnar klárað at borið.

? Eg geri nógv við venjingina, og at eg havi skotið eini 500 ella 600 skot hvønn tann einasta dag, hevur eisini gjørt, at eg raki kurvina betri enn nakrantíð áður, sigur Calix.


Nógvar avbjóðingar

Sunnudagin spældu Calix og teir finaluna í steypakappingini, men hana taptu teir.

17. til 19. februar skal Ulriken Eagles spæla ímóti týsku Würzburg og estisku Talinn um pláss í norðureuropeisku kappingini, NEBL.

Eftir hesar dystirnar verður lagt til brots í endaspælinum í norsku landskappingini.