Calderwood kemur til Føroya

Colin Calderwood hevur verið toppkandiatur til starvið sum føroyskur landsliðsvenjari í fótbólti, men ivi varð sáddur um starvssetanina, eftir at hann tók við sum ein av hjálparvenjarunum í enska felagnum Newcastle.

 

Tann avtalan er bert galdandi til endan av hesari kappingini, sum endar síðst í mai, og tá er Calderwood aftur tøkur at taka við øðrum starvi.

 

Dimmalætting skrivar, at Colin Calderwood kemur til Føroya í morgin at samráðast við FSF um landsliðsvenjarastarvið.

 

Høgni í Stórustovu, forseti í FSF, sigur við Portalin, at FSF samráðist við ein venjara í løtuni, og hesin venjarin kemur til landið í vikuni. Enn er ikki avgjørt, hvønn dag tað verður, men tað verður fyrsta dagin.

 

FSF vónar at kunngera navnið á nýggja føroyska landsliðsvenjaranum mikudagin ella hósdagin.