Calderwood glapp

Í tíðindaskrivi, sum júst er sent út frá FSF-skrivstovuni, verður sagt, at tað ikki ber til at røkka málinum um, at nýggjur landsliðsvenjari skuldi setast í hesi vikuni.

 

Eftir øllum at døma merkir tað, at tað ikki verður Colin Calderwood, sum verður nýggjur landsliðsvenjari.

 

Høgni í Stórustovu, FSF-forseti, vil ikki gera aðrar viðmerkingar enn tað, sum stendur á heimasíðuni hjá FSF.