FÓTBÓLTUR
Eftir frálíka úrslitið hjá fótbóltslandsliðnum í Íslandi fyri hálvariaðru viku síðani hava gitingar verið um, at Fótbóltssambandið fór at seta Heðin Askham sum nýggjan A-landsliðsvenjara. Hann skuldi bara taka sær av tí eina dystinum ímóti Íslandi, og hevur júst longt sáttmálan sum venjari hjá U21-landsliðnum.
Higartil hevur eingin í Fótbóltssambandinum váttað, at ætlanin var at lata Heðin hava ábyrgdina av A-landsliðnum meira enn henda eina dystin, og FSF-forsetin, Høgni í Stórustovu, hevur áður sagt, at farið er undir alla tilgongdina við landsliðsvenjarastarvinum av nýggjum.
– Vit endurmeta tilgongdina og hava fyribils lagt eina ostaklokku út yvir alt málið. Vit fara at halda kortini tættari at kroppinum nú, og tá sáttmáli skal gerast við komandi landsliðsvenjara, skal hann koma sum ketta upp úr høvdatrogi, segði Høgni í Stórustovu fyri einum góðum mánaði síðani.
Orsøkin til tað er ivaleyst, at Sosialurin í januar mánaði avdúkaði, at Fótbóltssambandið hevði tríggjar venjarar í at velja: Danskaran Flemming Serritslev, íslendska serban Luka Kostic og skotan Colin Calderwood, harav tann síðsti helst var »heitasta« evnið.
Kanska tøkur aftur
Fótbóltssambandið ætlaði at seta starvið fyrst í februar, men brádliga steðgaði alt upp, hóast bara undirskriftin segðist resta í. Nógv bendi tá á, at tað var undirskriftina hjá Colin Calderwood, talan var um.
Calderwood var beint frammanundan komin til Newcastle, har hann stutt eftir tók við besta liðnum saman við Chris Houghton, eftir at Joe Kinnear varð sjúkrameldaður við hjartatrupulleikum. Gongdin hevur tó ikki verið nakað serlig, og nú sær út til, at Calderwood og Houghton ikki longur varðveita ábyrgdina av Premier League-liðnum hjá Newcastle.
Nú ljóðar fyri vist, at Alan Shearer, sum helst er størsta lokala hetjan hjá Newcastle í nýggjari tíð, skal halda manager-stólin heitan, til Joe Kinnear er komin fyri seg aftur.
At tilknýtið hjá Colin Calderwood til Newcastle tí kann væntast at gerast munandi leysari, enn tað hevur verið, kann lata upp fyri, at Fótbóltssambandið aftur hyggur nærri at »skotsku loysnini«.










