Nú fyrrverandi forsetin í Real Madrid, Ramon Calderon, sigur nú, at tað er honum at takka, at Cristiano Ronaldo kemur til felagið. – Í fjør segði Manchester United, at tað var ov tíðliga at gjøgnumføra handilin, so vit samdust um, at hetta skuldi henda í summar ístaðin. Ronaldo hevur jú fleiri ferðir sagt, at hann ynskti at spæla fyri Real Madrid, og avtalan, sum vit gjørdu í fjør, var fín fyri allar partar, sigur Calderon við SkySports.










