Cairn vil hava fleiri boriloyvi

Skotska oljufelagið Cairn Energy hevur nú søkt grønlendsku myndugleikarnar um loyvi til tvær royndarboringar afturat úti fyri vesturgrønlendsku strondini í ár. Sambært grønlendska kringvarpinum eru tær báðar royndarboringarnar á sama loyvisøkinum, sum felagið longu hevur fingið loyvi til at bora á í ár.

Grønlendska ráevnisumsitingin hevur sent umsøknina hjá Cairn Energy til almenna hoyring, so umsitingin kann fáa at vita, hvørjar viðmerkingar viðkomandi partar hava til umsøknina.

Tað er landsstýrið, sum skal geva skotska felagnum eitt møguligt boriloyvi afturat eftir at hava kannað umsøknina frá felagnum, viðmerkingarnar frá ráevnisumsitingini og viðmerkingar frá Danmarks Miljøundersøgelsers.

Sambært KNR fara myndugleikarnir ikki at taka støðu fyrr enn í næsta mánað.