Hóast oljufelagið Cairn Energy noyddist at steðga boringini við Vesturgrønland, tá fýra fólk hjá Greenpeace tóku seg upp á pallin Stena Don í síðstu viku, fer skotska felagið ikki at stevna Greenpeace eftir endurgjaldi.
Cairn borar aftur nú, og sambært grønlendska kringvarpinum heldur felagið ikki, at steðgurin, sum vardi tveir dagar, fer at ávirka ætlanir felagsins.
Jon Burgwald hjá Greenpeace sigur við KNR, at hann er fegin um, at felagsskapurin sleppur undan rættarsókn. Felagsskapurin hevði annars fyrireikað seg til rættarsókn og endurgjaldskrav og hevur sett pengar av til tað.
Greenpeace-skipið Esperanza er nú á veg úr Grønlandi.










