Í USA vil handilskvinnan Ginger White nú vera við, at hon og tann republikanski politikarin Herman Cain høvdu javnan kynsligt samband ígjøgnum eitt 13 ára langt tíðarskeið.
-Eg visti væl, at hann var giftur, segði hon við sjónvarpið Fox í gjárkvøldið.
Tann 68 ára gamli Herman Cain, sum roynir at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum, sigur við CNN, at einki hald er í ákæruni. Hann viðgongur tó, at hann kennir Ginger White.
Í oktober kom fram, at Herman Cain hevði gjørt seg inn á tvær kvinnur, tá hann var stjóri í áhugafelagnum hjá amerikonsku matstovuvinnuni. Tað kom eisini fram, at kvinnurnar fingu pengar frá felagnum, tá tær fóru úr størvunum, men Cain helt kortini uppá, at hann hevði ikki gjørt nakað skeivt.
Herman Cain fekk stuðul frá nógvum republikonskum veljarum fyrr í heyst, men síðani fjølmiðlarnir fóru at skriva um hansara kynslív, hava nógvir veljarar vent honum bakið.