Cain fingið lívverju

Herman Cain, sum roynir at gerast valevni hjá republikanarunum til forstavalið í USA næsta ár, fekk í gjár tilsøgn um, at fólk hjá CIA skulu ansa eftir honum. Cain hevði biðið myndugleikarnar um verju, tí hann hevur fingið fleiri hóttanir.

Herman Cain hevur fingið rættiliga stóra undirtøku millum teir republikonsku veljararnar í seinastuni, men fjølmiðlarnir skriva, at tess fleiri veljarar hann hevur fingið, tess fleiri hóttanir hevur hann eisini fingið. Talsmenn hjá Cain vilja ikki siga, hvat slag av hóttanum hann hevur fingið.

Vanliga eru tað bara tey endaligu forsetavalevnini, sum kunnu fáa verju frá CIA ella aðrari trygdartænastu, men fólk, sum kappast um uppstillingina hjá einum flokki, kunnu fáa verju, um tey kunnu sigast at vera í vanda.