Gary Cahill, sum í ár hevur sýnt stórspæl fyri Bolton, og sum eisini hevur snoddað til enska landsliðshópin, verður ikki at síggja á vøllinum restina av hesum kappingarárinum. Cahill mátti geva avboð til dystin hjá Bolton móti Fulham leygardagin, og nú er staðfest, at talan var um blóðtøpp. Og boðini frá læknunum eru púrasta greitt, at hetta krevur, at spælarin bindur frið í nakrar mánaðir.