Cahill ikki við til EM

Tað er nú greitt, at skaðin, sum Gary Cahill fekk í vinardystinum móti Belgia í gjár er so álvarsamur, at hann ikki verður við til EM-kappingina í Polen Og Ukraina, sum byrjar næsta fríggjadag.

 

Cahill var so óheppin at renna saman við Joe Hart, málmannin í enska málinum, og ein skanning vísir, at kjálkin er brotin.

 

Hetta er fjórði leikarin, sum má geva avboð til EM eftir at Roy Hodgson úttók leikhópin fyri fáum vikum síðani.

 

Fyrst mátti triðji málverjin, John Ruddy, melda frá við brákaðum fingri, Gareth Barry hevði skaða í búkinum og seinast mátti liðfelagin hjá Cahill í Chelsea, Frank Lampard, melda frá við skaða í lyskuni.

 

Martin Kelly úr Liverpool er kallaður inn fyri Gary Cahill.