Cafe Natúr kann vænta sær tiltøk

Komandi dagarnar verða tiltøk sett í verk ímóti Cafe Natúr, har ellivu fólk týsmorgunin vórðu biðin um at fara til hús, tí tey kravdu meira løn fyri arbeiði sítt. Tað siga bæði tey ellivu fyrrverandi starvsfólkini, og Havnar Arbeiðskvinnufelag, sum nú er komið aktivt inn í málið

Rúnar Reistrup


Rokið á Cafe Natúr, har ellivu starvsfólk vórðu biðin um at fara til hús, eftir at tey saman høvdu sett fram krav um betri løn, fer ikki ósvarað framvið.

Havnar Arbeiðskvinnufelag, sum saman við Føroya Arbeiðarafelag hevur fyrireikað eina herferð fyri at fáa gistingarhús og matstovur at fylgja sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag, er nú komið upp í málið.

Eitt umboð fyri fyrrverandi starvsfólkini á Cafe Natúr var mikumorgunin á fundi við Arbeiðskvinnufelagið, og í gjár var ætlanin, at øll tey ellivu fólkini, sum fram til týsmorgunin starvaðust á Cafe Natúr, skuldu á fund við Havnar Arbeiðskvinnufelag.


Hótt tríggjar ferðir

? Hatta var triðju ferð at leiðslan á Cafe Natúr hevur hótt starvsfólk, ið hava viljað skipað seg, so nú noyðast vit at svara aftur, sigur forkvinnan í Havnar Arbeiðskvinnufelag, Vígdis Johannesen.

Sóley Hansen, sum vegna tey ellivu fyrrverandi starvsfólkini var á fundi við fakfelagið gjáramorgunin, lovar eisini, at nú verður ikki steðgað, fyrr enn starvsfólka- og lønarviðurskiftini eru komin í rættlag á Cafe Natúr.

Hvørji tiltøk talan verður um, er ikki greitt enn, men tey verða vend beinleiðis ímóti virkseminum á Cafe Natúr, verður sagt.


Ikki limir í felagnum

Eingin av teimum ellivu starvsfólkunum á Cafe Natúr var limur í nøkrum fakfelagi, tá starvsfólkafundurin á cafeini týsmorgunin endaði við, at tey ellivu vórðu biðin um at fara.

Men Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur kortini valt at umboða tey, sum vóru tey partur av felagnum.

? Vit vita hvørjar umstøður tey hava havt at arbeitt undir, og at tey ikki ótarnað høvdu møguleika at melda seg inn í felagið. Tískil er tað í lagi, at tey ikki koma fyrr enn nú, sigur Vígdis Johannesen


Herferð ímóti bransjuni

Føroya Arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag sendu týsdagin út tíðindaskriv, har nøvnini á níggju matstovum og gistingarhúsum, ið ikki fylgja sáttmálanum, vórðu kunngjørd.

Hesi vóru: Hotel Hafnia, Rio Bravo, Nan-Tong, Hotel Føroyar, Cafe Natúr, Pizza 67, Sjómansheimið í Tórshavn, Marco Polo og Sjómansheimið í Runavík.

Hetta er fyrsti liður í eini herferð hjá hesum báðum fakfeløgum at fáa skipaði arbeiðs- og lønarviðurskifti í lag í matstovu- og gistingarhúsídnaðinum.

? Hatta er tann einasta stóra bransjan í Føroyum, ið als ikki hevur skipaði starvsfólkaviðurskifti. Tey siga, at tey hava ikki ráð, men tað kann ikki vera rætt. matstovu- og gistingarhúsbransjan hevur nevniliga tann bíligasta sáttmálan, sum Føroya Arbeiðarafelag hevur undirskrivað, sigur Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Í gjár skuldi felagið hava fund við sjeymanna fakfelagsbólkin, har umboð í sjey teimum størstu fakfeløgunum í landinum hava sess. Væntandi var, at hesi fóru at lýsa sín stuðul til Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðarafelag í málinum um starvsfólkaóskili- innan matstovu- og gistingarhúsvinnuna í Føroyum.