Café Vágsbotn í vetrarfrí

Í dag pakkar Café Vágsbotn saman, men næsta summar verður aftur latið upp

Í summar og í fjørsummar hevur Café Vágsbotn opin. Nú fara tey at stongja fyri veturin, og sambært stjóranum, Johannes Jensen, hevur gingið væl í summar.

- Tað hava serliga verið nógvir gestir av Cruise skipum, og tað hevur gingið væl. Men nú vit stongja fyri veturin, so merkir tað ikki, at hon verður heilt stongd. Vit lata nevniliga uppaftur, um okkurt serstakt verður, sigur hann.

Somuleiðis greiðir stjórin frá, at teir ganga við tankum at gera onkrar smáar broytingar við Café Vágsbotn, men at onki konkret er enn.

Eisini sigur hann, at Café Vágsbotn letur upp aftur næsta summar.