Í gjár var fyrsti dagurin i summar, at Café Vágsbotn var opin.
Tað eru nú nøkur ár síðani, at úticaféin læt upp á fyrsta sinni, og dagurin í gjár má sigast at vera ein góður dagur at byrja slíkt virksemi fyri árið.
Caféin er rættiliga væl vitjað gjøgnum summarið, og umframt øl fæst eisini okkurt at bíta í, umframt nýpressað djús.
Caféin er opin summarmánaðirnar, og í slíkum veðri sum í gjár vitja eyðvitað nógv fólk. Ofta er eisini okkurt at eygleiða, tí rættiliga gott lív er í í Vágsbotni til gerandis.
Ikki minst er nógv lív í á sølubásunum fram við kaikantinum, og í gjár fingust alskyns fiskavørur har, íroknað nýfiskaðan kalva.










