Í dag hevur Norðoya Sparikassi latið upp nýggja deild í Miðlon í Havn við einum øðrvísi konsepti. Í staðin fyri bíðirøðir, myndir ein hugnalig café deildina hjá Norðoya Sparikassa
- Vanligt hevur verið, at kundin, sum kemur inn í ein peningastovn, fyrst rennur seg í kassar og bíðirøðir, men hetta verður søga á deildini hjá Norðoya Sparikassa í Havn ? og seinni á hinum deildunum kring landið. Ístaðin myndar ein hugnalig café deildina hjá Norðoya Sparikassa í Havn, og fólk skulu kenna seg vælkomin og heima á SparCafé, har førleiki, góð tænasta og jaligar upplivingar ganga hond í hond, sigur sparikassin í tíðindaskrivi.
Í Norðoya Sparikassa siga tey, at tíðin krevur, at vit støðugt betra okkum á øllum økjum, og tí hevur sparikassin ment nýggja konseptið, har tað at støkka inn á gólvið í Norðoya Sparikassa gerst ein øðrvísi og góð uppliving við høgum tænastustøði og góðari ráðgeving.
- Á SparCafé í Miðlon ber til at fáa sær ein góðan kaffimunn og eitt gott prát, og hevur tú ørindi í Norðoya Sparikassa, ber til at avgreiða tey undir óformellum umstøðum. Eisini verður ein serlig Business Lounge til vinnukundarnar. Tað skal altíð vera ein góð uppliving at koma inn i Norðoya Sparikassa ? eisini um tú ikki hevur beinleiðis ørindi ? og nýggja SparCafé skal vísa hetta í verki, verður sagt í tíðindaskrivinum.