Café Natúr á gallarínum Pan í Oslo

Um tú er í Oslo í hesum døgum, so ber til hjá tær, at fara inn á gallaríi Pan og samstundis fara inn í Café Natúr 22. desembur 2008. Talan er um eina ljóðinstallatión, sum Heðin Ziska Davidsen og Jens L. Thomsen standa fyri. Opið er í dag afturat.

Kvøldið, 22. desembur, var ikki eitt vanligt kvøld í Café Natúr. Gaman í, fólkini sum vóru har, vóru vanlig. Tað tey tosaðu um, var tað vanliga. Tónleikurin sum varð spældur, var tann vanligi. Tað sum var óvanligt var, at alt ljóðið, og bara ljóðið, varð fangað. Teir høvdu nevnuliga goymt 23 mikrofonir runt umkring í caféini so samrøður, gangur, tónleikur, hurðaklams, skolan av gløsum, klirran av gløsum o.s.fr. varð tikið upp. Byrja var uml. kl 22.00 og til tey síðstu fólkini fara út morgunin eftir kl 04.00. Allur hesin stemningurin er nú inni í gallarí Pan, St. Olavs Gate 7, Oslo. Men bara ljóðið. Tú kann standa uttanfyri Café Natúr og hoyra bilar við píkum koyra framvið og hoyra fólkini sum roykja práta um ymiskt. Tú kann fara innar og hoyra øll fólkini tosa og ganga ímillum tey. Men hettar er alt í einum relativt tómum hølum. Tað er eitt sindur sum at ganga millum spøkilsi ella at vera eitt spøkilsi millum menniskju.

Installatiónin er partur av festivalinum Happy Nordic Music Days. Tað eru tveir festivalar sum eru settir saman. Nordic Music Days og Happy Days. Nordic Music Days er ein gamal festivalur, sum stavar heilt frá 1888. Í ár er temaið luksus.

Opið í dag afturat.

Installatiónin stendur í døgunum 20. aug til 23. aug og byrjar kl 11.00 hvønn dag. Staðið er Pan, st Olavs Gate 7, Oslo.

 

www.happynordicmusicdays.no

www.panoslo.no/