Café Natúr skal nú hava útiveitan. Felagið hevur søkt býráðið um loyvi at byggja ein tilbygning suðureftir móti Kongabrúnni, sum fyri ein part skal hýsa útiveiting.
Eisini hevur Café Natúr søkt um at sleppa at gera eina girðing framvið Áarvegnum.
Málið hevur verið fyri í Teknisku nevnd, har upprunaliga umsóknin varð viðgjørd. Henda umfataði nógv víðari girðing, men eftir áheitan varð umsóknin broytt so girðing bert skal verða fram við Áarvegnum.
Dentur er lagdur á, at gamla býarmyndin, sum Café Natúr er, ikki verður broytt, og ætlanin er, at meginparturin av tilbyggingini verður gjød úr glasi.
Í viðgerðini í Teknisku deild var dentur lagdur á, at tað er óheppi, um fólk á veg oman á ella niðan frá Kongabrúnni skulu tvingast inn á eitt skeinkistað, og tí varð mælt til, at greiður skilnaður skal vera ímillum.
Tekniska nevnd mælti tí frá at loyva girðing á økinum, eisini við teirri grundgeving, at fólk, sum ganga á koyribreytini, lættliga kunnu stíga inn á gongubreytina.
Á býráðsfundinum hóskvøldið samtykti býráðið tó, at ganga umsóknini frá Café Natúr á møti.
Málið skal tó fyri aftur í umhvørvisnevndini, teknisku nevnd og í byggi- og býarskipanarnevndini, sum endaliga skal staðfesta leigusáttmálan, sum loyvir Café Natúr at gera útiveiting og roykirúm oman móti Kongabrúnni.