Café Nátúr hevur fingið nýggjar eigarar. Tað er felagið, sum rekur diskotekið Valhøll í Tórsgøtu, sum nú eisini fer at reka Cafá Nátúr. Tað er Føroya Bjór, sum eigur bygningin, sum hevur hýst Café Nátúr í gott og væl 20 ár.
Um vit verða liðug við allar fyrireikingarnar, og um øll loyvi eru komin upp á pláss, so lata vit upp leygarkvøldið, sigur Allan Hjaltalin, sum saman við Remy á Kamarinum og Kjartan Hentze stendur fyri felagnum.
Nýggju eigararnir hava valt at gera Café Nátúr um til eina countrybar. Spældur verður countrytónleikur, og hølini verða lagað til ein meira countrykendan stíl. Eisini verður ein pallur, har country live-tónleikur verður spældur um vikuskiftið
Country er rættiliga in í Føroyum, og tað er country, sum fyllir ítróttarhallirnar, tá tiltøk eru, tí hava vit valt hendan stílin, sigur Remy á Kamarinum.
Umframt Valhøll og Café Nátúr reka somu menn eisini matstovuna 11 og barrina MoJo í Sverrisgøtu.