Leygarkvøldið verður eitt øðrvísi sangkvøld í Meinigheitshúsinum í Havn.
Tað er Meinigheitskórið, ið hevur heimstað sítt í húsinum, sum skipar fyri hesum tiltakinum. Ætlanin er, at tað skulu bæði verða hugni og álvari á skránni undir tiltakinum.
Kvøldið verður serligt merkt av framførslum hjá kórinum sjálvum.
Skipað verður nevniliga soleiðis fyri, at Meinigheitskórið fer at framføra ein stóran part av teimum sangunum, ið tey hava vant og sungið síðani seinasta summar.
Sangkvøldið í Meinigheitshúsinum byrjar í annaðkvøld klokkan 8.