Nú leygarkvøldið 20. juni 2008 kl 20.00 fer eitt av afturvendandi cafékvøldunum í KFUM í Havn av bakkastokki. Nú er eitt sindur síðani seinast, men hesuferð verður vent aftur við fjølbroyttari skrá Tá cafékvøld verður leygardagin verður nógv á skránni. Alt frá garvaðum tónleikarum til ung stjørnuskot ? alternaternativur popprockur, myrkt metall og gospel tónleikur alt krydrað við fiól og hippie hárbondum. Talan er sjálvandi um 3ST, Reverb, Plastic Hero, Humble Cry og sera fløgu aktuella Guðrið Hansdóttir, so tað er eitt sindur til hvørt oyra.
Endamálið við tiltakinum leygarkvøldið er at skapa eitt hugnaligt, rúsfrítt kvøld við góðum tónleiki og øllum, sum har til hoyrir millum annað leskiligar, heimagjørdar pannukøkur.
Í summar fylla fyriskiparirnir Sound of Glory TenSing (SoGT ) 10 ár, og skal hetta hátíðarhaldast.
- Vit vilja fegin spjaða gleðina við góðum tónleiki ? ikki bara okkara egna, siga fyrireikararnir
Føðingardagurin endar við eini rimmar kórkonsert hjá Sound of Glory TenSing 2. august 2008.
Atgongugjaldið leygarkvøldið er 40 kr.










