Café í KFUM&K

Klaksvík: Leygarkvøldið fer KFUM&K at skipa fyri eini café, sum er ætlað øllum fólkum í øllum aldursbólkum.


Á skránni hetta kvøldið verður livandi tónleikur, góður matur og andakt.
Byrjað verður kl. 22 og er ætlanin at halda á til væl út á náttina.