Tað stendur ikki á hjá fremmanda ferðamanninum at fáa ein heitan kaffimunn ella ein bita í høvuðsstaðnum. Ongantíð áður hevur útboðið av kaffistovum og matstovum í Havn verið so stórt sum nú, og ein tann nýggjasta kaffistovan er Café Karlsborg í Vágsbotni. Tað er Olivia Joensen, sum rekur kaffistovuna. Fiskimannafelagið eigur húsini, og í ovaru hæddunum er handil.
Nógv fólk hava vitjað inn á gólvið á Café Karlsborg síðani latið varð upp fyri lítlum mánaði síðani.
- Eg eri stak væl nøgd við undirtøkuna. Her kemur alt slag av fólki, fitt av útlendingum, og av tí, at eg ikki havi skeinkiloyvi koma nógv eldri fólk og børn, sigur Olivia Joensen.
Hvønn dag borðreiðir Olivia Joensen við te, kaffi, kakao, heimabakstri og heimagjørdum mati, køkum, vaflum, og smyrjibreyði við føroyskum viðskera. Sodavatn, ís og góðgæti ber eisini til at keypa. Tað eru serliga føroyingar, ið keypa smyrjibreyð, men eisini onglendingum dámar føroyska viðskeran.
- Útlendingunum dámar betri laks, rækjur og fisk uppá breyð enn skinsakjøt og rullupylsu. Eg royni meg fram í útboðnum av mati og havi ongantíð tað sama, sigur Olivia Joensen, ið ger allan matin sjálv. Afturat sær hevur hon eina rasku kvinnu til at heita á, tá ið nógv er at gera.
Nógv fólk, ið hava ørindi í Vágsbotni og útlendingar, ið leggja leiðina inn við báti, eru sera fegin um, at kaffistova er latin upp á havnalagnum. Í Café Karlsborg ber til at keypa polett til vaskimaskinu og brúsu, sum Bátafelagið eigur.
Café Karlsborg letur upp yrkadagar kl. 9.00 og er opin til kl. 8.00 á kvøldi. Tá ið ferðamannaskip liggja á Havnini letur hon upp nakað fyrr. Olivia Joensen hevur ikki í hyggju at selja føroyskar ferðaminnislutir, gávuhandil er í erva, men um onkur hevur hug at sýna fram smærri listaverk, ber tað væl til.
Í Café Karlsborg eru 44 sitipláss, men í góðveðri ber eisini til at sita uttanfyri, har borð og stólar eru.