Tá ið vikan er úti, verður eingin Café-in við Streymin longur.
Sunnukvøldið verður opið fyri seinastu ferð.
Fríggjakvøldið er ætlanin at selja út i barrini, og hetta kvøldið verður live-tónleikur.
Fríða Midjord, sum eigur Café-in og húsið sigur, at tað er alt ov tungt at reka caféina.
Tað var tann tíð, tá ið nógv arbeiði var á Oyri, og tá bar til at selja nógvar døgurðar, men so er ikki longur. Seinastu tíðina hava tey bara selt pitsur og grillmat.
Eisini er torført at fáa nakað burtur úr at hava tiltøk um vikuskiftið, tí caféin megnar ikki kappingina við skeinkistøðini í Havn, sigur Fríða Midjord.
Húsið er lýst til sølu.










