Cadillac til Evropa

Meðan General Motors gera Saab bilar til at kappast við evropeiskar bilar í USA, arbeiða teir eisini við at gera Cadillac bilar til at kappast við evropeisku luksusbilarnar í Europa

 

Bilar

Magnus Gunnarsson



Marknaðurin økist

Útlit eru fyri at marknaðurin fyri luksusbilar, uttan fyri USA, fer at økjast við einari millión bilar innan næstu fimm árini, serliga í Evropa, Fjareystri og Latínamerika.

Konseptbilurin Cadillac Imaj, er teknaður á designarasentrinum hjá Cadillac í Birmingham. Bretar hava siðvenju royndir í at gera stórar og fínar luksusbilar.


Cadillac úr aluminium

Cadillac Imaj er gjørdur úr aluminium, og hevur skarpar linjur, bæði uttan og innan. Tilfarið í kabinuni er gjørt úr ljósum leðri, poleraðum ahorntræ og aluminium. Øll ferðandi í bilinum hava eina teldu við inter-net-sambandi og DVD-avspælara. Ístaðin fyri bakspegl og síðuspegl, hevur Imaj smá fototól, sum á einum videoskermi vísa hvat rørir seg aftan fyri bilin. Hurðarnar latnast upp við at nerta við hurðahandtøkini, sum síðan aktivera elektromotorar. Bakhurðarnar glíða aftureftir sum dragihurðar.


Kelda: FDM / Motor