Cadbury kallar sukurlátu aftur

Søtmetisfyritøkan Cadbury hevur kallað aftur ellivu sløg av sukurlátu, sum eru framleiddar á verksmiðjuni, sum fyritøkan hevur í Kina. Avgerðin er tikin í samráð við heilsumyndugleikarnar í Hongkong og hevur samband við, at eitrað mjólkarpulvur er funnið í Kina.

Kanningar av mjólkarpulvurinum vístu, at evnið melamin var blandað uppí, men tað er ikki greitt, um kanningar hjá Cadbury hava staðfest melamin í sukurlátu, sum er gjørd á verksmiðju felagsins, sum er í Beijing.

Tann eitraða mjólkin hevur kostað fýra kinesiskum smábørnum lívið, og umleið 54.000 børn hava fingið nýrastein ella aðrar trupulleikar av teirri eitraðu mjólkini, skrivar BBC.