Cabarét við stóra P

Nú nærkast aldar- og túsundáraskiftið og í Sjónleikarhúsinum í Havn eru tey meira á veg, enn nakrantíð fyrr. Í dag -nýggjársaftan - er frumframførsla av ?Cabarét Óli P. - ár 2000 á veg? og nú tímarnir ikki eru so mangir till teppið verður drigið frá, er øgilig stákan í húsinum

?Cabarét Óli P - ár 2000 á veg? er eitt tað størsta tiltak, ið Havnar Sjónleikarfelag nakrantíð er farið undir.

Gulla Øregaard fekk hugskotið og tók stig til tiltakið. Hon tók upp samstarv við blaðteknaran Óla Petersen.

Gulla hevur skrivað samanhangandi leikrit og Óli hevur staðið fyri smáum stuttleikum og verið hugskotshjálpari til pall og búnar, sum í stóran mun taka støði í tekningum hansara.


Lítil alheimur

Uttanfyri Sjónleikarhúsið er stórur gluggi. Umframt at vísa, hvør stuðlar tiltakinum, so verður eisini talt niður til nýggjársaftan, tí tá fer tiltakið av bakkastokki. Atgongumerkjasølan er byrjað og fáast atgongumerkini á Kunningarstovuni í Havn.

Kemur ein innar í Sjónleikarhúsið í hesum døgum, so er øgilig stákan og fólk mala aftur og fram, venja leik, pallskiftini og skipa fyri. Sjónleikarhúsið er ein heimur fyri seg, har øll gera sítt fyri, at hesin lítli alheimur nýggjársaftan verður karmur um nakað heilt serligt.

Valla fingu tey jólafrí og fram til nýggjárs eru tey sum burtur í øðrum heimi. Heiminum hjá Óla P. og Gullu Øregaard. Ein heimur við skemti, satiru, tónleiki og einum nýyrktum kvæði.

Knút Olsen skipar fyri tónleikinum og umframt at hava smíðað fleiri nýggj løg, hevur hann eisini sett lag til kvæðið Kelduvað, sum Jógvan Bærentsen eigur orðini til.

Tónleikur og tekstir eru eisini eftir Gunnar Hoydal, Una Arge og Martin Joensen.


Góðar kreftir

Knút hevur góðar kreftir afturat sær. T.d. Kim og Kaj úr Taxi og eisini Niels Olsen úr Vestmonnum. Eisini er onkur av manningini úr Tangz við.

Tað er Jytte Joensen, ið leikstjórnar.

Malan og Lis Helgadóttir seyma búnarnar, ið eins og sjálv framførslan, tekur støði í tekningunum hjá Óla P. Eins og øll á liðnum, hava tær merkt, at samdøgrið hevur verið ov stutt. T.d. hava tær í seymingini tikið hædd fyri, at lætt skal vera at skifta frá einum búna til annan, tí tað skal ganga skjótt fyri seg millum ymsu pallskiftini, tá ein spælir cabarét.


Áskoðarar á Skálatrøð

Maria Bærentsen er koreograf. Ljósinum taka Niels Nielsen, Turpin Djurhuus og Kjartan Hansen sær av. Oddvá Nattestad samskipar.

Jákup Olsen og Símun í Dali smíða pallin, sum Edith Dahl-Jensen hevur staðið fyri.

Tey, sum leita sær til Cabarét Óli P koma at uppliva, at tey sita í einum báti við eina bátabrúgv á Skálatrøð og skoða tann leik, ið fer fram á pallinum.

Leikevnini eru einamest úr 90´unum. Men hóast kreppan verður tikin upp, so eru Óli og Gulla samd um, at eingin verður raktur ov meint. Tey hava í huga, at øll sluppu at gjalda í kreppuárunum.

Cabarét Óli P. - ár 2000 á veg er eitt spennandi tiltak, har úrmælingar á so mongum økjum hava stungið høvdini saman, so úrslitið kann ikki gerast annað enn spennandi. Í dag - nýggjársafan fer ?Cabarét Óli P. - ár 2000 á veg? av bakkastokki. Atgongumerki fáast á Kunningarstovuni í Havn.